MP Radio

Trivnaður umborð og á virkjum
MP Radio er ein onnur tænasta, sum MP Teknik hevur framleitt til skip og virkir. Tað er ein radioskipan, ið góðskar radiosignalið á virkjum og umborð á skipum, soleiðis at kvaliteturin á tí sum hoyrist í headsettinum gerst, sum heima.

Uppseting av radio- og (semi)intercom skipanum kann vera torført, um umstøðurnar eru krevjandi. Økið, sum skal fevnast av skipanini, kann vera stórt, í fleiri hæddum ella skildrað av við betong ella stáli.Uppsetingin kann eisini gerast enn meira krevjandi, um skipanin skal fevna um øki við nógvum gangi har hoyrivernd er neyðugt.

MP Radio er ment at virka í serliga krevjandi umhvørvi, sum í t.d. maskinhallum og maskinrúmum og annars umborð á skipi. Vanliga verður skipanin sett upp saman við FM-oyraverjum, soleiðis at brúkarin fær atgongd til tríggjar ræsur og møguliga (semi)intersom, sum verða stýrd frá sentralum stað, t.d. av skrivstovu ella av brúnni.

MP Radio er longu umborð á fleiri skipum og á fleiri virkjum. Afturmeldingarnar eru, at starvsfólk og manningar hava verið sera glað fyri skipanina, og fyri okkum á MP Teknik er tað hugaligt at konstatera, at vit faktiskt ongar klagur um feilir við skipanini hava fingið yvirhøvur, sigur Petur í Gong, stjóri á MP Teknik.

 
© MP Teknik. Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media.