Tracer

Lætt at finna slóðina
MP Teknik í Klaksvík hevur evnað til ein sokallaðan “Tracara”, ið ger tað lættari hjá skipum at finna boyður og línustubbar aftur.

Nautisk og elektronisk útgerð til fiskivinnuna hevur ligið frammarlaga hjá MP Teknik hóast felagið eisini fæst við nógv annað, sum til dømis útgerð til alivinnuna og harafturat fæst við alt innan elektronikk, eisini til privat, so sum parabolir og radioloysnir.

Tracarin hjá MP Teknik er slóðbrótandi uppfinning innan leititøkni á sjónum, og er serliga ætlaður skipum og bátum, sum royna við línu. Í línufiskiskapi kann nógv tíð fara til at leita eftir boyum, serliga í ringum sýni. Er Tracari festur á boyuna, sæst neyv positión á plottaranum, og til ber til at sigla beint til útgerðina.

Tracarin er mentur á føroyskari verkstovu eftir ynski frá føroyskum fiskimonnum og í samstarvi við hesar; tí lýkur Tracarin strongu krøvini, sum vera sett til slíkan útbúnað: Fitti húsin er sterkur og haldførur og hýsir góðari, framkomnari tøkni. Tøknin, sum kemur afturat plottaranum umborð er eisini væl umhugsað, álítandi og løtt at brúka.

Ein smidlig og haldgóð dygdarvøra, sum kann spara nógva tíð og olju.

Skip finna slóðina
“Tracarin”, sum MP Teknik hevur gjøgnum hugsað og framleitt, er sera væl umtóktur. Í vævi er hann lítil, nevniliga bert góðar 14 centimetrar langur og 6 breiður. Afturat tí kemur ein antenna íð er 16 centinmetrar long. Tracarin vigar bert 450 gram, so hann er sera lættur at montera á eina boyu.

Tá ein boyða við Tracara er sett út frá einum skipið, ber væl til hjá skiparanum at síggja slóðina eftir boyðuni á plottaranum. Ongin onnur útgerð krevst, Tracarin sendir sjálvur til plottaran og hann røkkur heilar tríggjar fjórðingar.

Serstakliga kemur hesin Tracarin val við hjá skipum, ið seta í stubbum. Um so er, at línan, ella boyðan rekur av leið og ferð útum teir tríggjar fjórðingarnar, ið Tracarin røkkur undir øllum umstøðum, so sær skiparin í plottaranum slóðina eftir boyðuni og kann halda tann vegin boyðan fór. Hetta lættir ótrúligt um, tí skiparin alla tíðina veit neyvt hvar boyðurnar eru og hevur ikki trupulleikar at finna aftur á slóðirnar.

 

 
© MP Teknik. Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media.