Um okkum

MP Teknik var stovnað 15. juli 2004. Tað vóru brøðurnir Malvinus og Petur í Gong, ið byrjaðu felagið.
Fyrst var arbeitt við parabol loysnum til privata marknaðin og hvítvøru tænastum til bæði privata og almenna marknaðin. Síðani varð heitt á fyritøkuna, um at flyta seg inn á sjóvinnuna.

Saman við Willemoes Olsen, Bogi Simonsen, Johnny Mikkelsen og Poul Norðoy løgdu Malvinus og Petur í Gong felagið um til smápartafelag 1. mai 2006.

Við tíðini hevur felagið eisini flutt seg inn á alivinnuna, har fyritøkan er umboð fyri heildarleverandørar. Fyritøkan tekur sær av øllum
elektroniskum loysnum, har elektrisitet innan vinnuna og smiðju arbeiðir eisini loysast. Í 2009 byrjaði fyritøkan eisini at arbeiða við útvikling. Fyritøkan er í støðugari menning.


Niðanfyri er búmerki í høgari góðsku:

 
© MP Teknik. Sniðgivið og forritað hevur Faroe Media.